Tað verður ikki fyrrenn í vár, at Smyril fer at sigla fleiri túrar.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, hækkaði játtanin til strandferðsluna, soleiðis at Smyril kann sigla ein túr afturat ímillum Suðuroy og Havnina um vikuna.
Og liggur í kortunum, at hesin eykatúrurin skal vera hósdag. Men Henrik Old sigur, at tað verður ikki fyrrenn í vár, kanska í apríl, at tann túrurin verður.
Hann sigur, at tað er at tveimum orsøkum.
Ein orsøk er, at í hesum døgum leggur Smyril frá at at brúka tungolju til at brúka vanliga dieselolju.
Og royndirnar siga, at tað kann elva til ávísir tekniskir trupulleikar, og at tað kunnu ganga einir tveir, tríggir mánaðir, at áðrenn tey eru sloppin heilt burtur úr tí, og maskinurnar ganga, sum tær skulu við diesel.
Og Henrik Old heldur ikki, at tað er ráðiligt at leggja fleiri túrar á Smyril, fyrenn alt tað er yvirstaðið.
Ein onnur orsøk er tann, at tað eru nógv, sum ikki eru so fegin um, at Smyril skal fara úr Suðuroy ein morgun afturat klokkan seks á morgni, heldur enn klokkan sjey.
Sum nú er, er fyrsti túrur úr Suðuroy klokkan seks bæði mánadag og mikudag, og summi fólk halda, at tað er ov nógv at fara so tíðliga ein morgun afturat, serliga nú á hávetri.
Hinvegin sigur Henrik Old, at ein onnur broyting verður allarhelst gjørd í ferðaætlanini, og tað verður fyrsta dagin.
Og tann broytingin er, at ferðin av Havnini og suður, sum er klokkan 9.30, verður flutt til klokkan 13 ella klokkan 14 seinnapartar.
- Tað er ov tíðliga at fara suðuraftur longu klokkan 9.30 sigur hann.
Hann sigur kortini, at tað er bara eitt, sum liggur fast, og tað er, at túrurin úr Suðuroy, til havnar klokkan 17.30, verður ikki rørdur.
Tann túrurin er lagdur í neyvum samstarvi við vinnuna, so at tey fáa arbeitt fisk so leingi sum gjørligt, og kortini fáa hann avskipaðan við Norrønu hóskvøld, sigur Henrik Old. Samstundis er tað eisini ein góður túrur hjá ferðafólki, sum skal við Norrønu, sum fer av Havnini klokkan 21 hóskvøld.
Tí má restin av ferðaætlanini hósdagar, leggjast eftir tí, leggur hann afturat.