Smyril fekk trol um skrúvuna

Hann var seinkaður úr Havn í morgun, tí hann fekk eitt stórt trol um skrúvuna Strandfaraskipið Smyril var seinkaður ein hálvan tíma úr Havnini í morgun.

Hann skuldi fara úr Havn klokkan 8.30, men fráferðin mátti útsetast ein hálvan tíma.

Orsøkin var, at hann hevði fingið eitt trol um skrúvuna, sum mátti skerast av fyrst.

Tað var táið Smyril var á veg inn á Havnina, at manningin varnaðist okkurt var áfatt, tí teir merktu óvanligar ristingar har afturi í skipinum.

Tá ið hann hevði lagt at, fóru froskmenn niður at kanna málið og teir sóu, at hann hevði fingið eitt stórt trol um skrúvuna.