Smyril fær tíggju ferðir skjótari internet

- Men tað verður kortin neyðugt at brynja seg við toli

Tað verður ikki fyrrenn einaferð seinni í ár, at strandfaraskipið, Smyril, fær eitt brúkiligt internet.

 

Tað sigur Hilmar Eilasen stjóri á Strandferðsluni.

 

Tað varð mett at vera eitt stórt framstig, táið Smyril fekk internet. Men tað vísti seg skjótt, at tað var so vánaligt, at tað er óbrúkiligt.

 

Tað ásannar stjórin eisini.

- Ferðafólk føla tað sum um at tey missa tveir tímar í arbeiðstíð, hvørja ferð, tey sigla ímillum Suðuroy og Havnina við Smyrli, sigur hann.

 

Síðani hevur Strandferðslan arbeitt við at bøta um internetið, og stjórin sigur, at á listanum yvir allar verkætlanir hjá Strandferðsluni, sum farið verður undir í ár, stendur internetið á Smyrli ovast.

 

Hann sigur, at Strandferðslan hevur gjørt neyðugu íløgurnar til at fáa signalið úr landið.

 

Men tað er Føroya Tele og Vinnumálaráðið, sum skulu veita signalið, so vit fáa internet, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at hann hevur nýliga havt fund við stjóran á Føroya Tele um støðuna.

 

- Og vit báðir hava givið hvørjum øðrum hondina upp á, at í seinasta lagi í november hevur Smyril eitt nútímans internet. Tað er eitt 4G internet, sum er einar 10 ferðir skjótari enn 3G sambandið, sum nú er.

 

Tað merkir, at tað fer at bera til at hyggja at filmi á internetinum á Smyrli, sigur Hilmar Eliasen.

Men hann leggur afturat, at frá apríl verða kortini fleiri ávegis batar gjørdir.

 

Men tað er eitt rættiliga stórt og umfatandi arbeiðið at seta støðir og antennur upp á landi framvið allari siglingarleiðini, so tað verður ikki fyrrenn í november, at øll útgerðin er sett upp, leggur hann afturat.