Smyril fær nú eitt eitttal afturat navninum

Smyril, sum nú er í sigling, verður torførur at selja, sigur stjórin á Strandferðsluni

Suðuroyarsiglingin

Leygardagin verður nýggja suðuroyarferjan doypt, har hon verður smíðað á skipasmiðjuni í Spania.
Men tað er ikki tað stóra dulsmálið, at hon fær navnið Smyril.
Tað ber ikki til at Strandferðslan skal hava tvey skip, sum eita Smyril. Tað merkir tískil, at Smyril, sum nú siglur, má broyta navn.
Og tað skuldi hann gera í gjár, ella kanska í dag.
Sostatt fer Smyril, sum nú siglur, at fáa eitt eitttal afturat navninum og kemur hereftir at eita "Smyril 1".
Tá ið nýggi Smyril er komin í sigling, verður Smyril 1, lagdur og ætlanin er síðani at selja hann.
Landsstýrið hevur fyrr boðað frá, at miðað verður eftir at fáa eina millión amerikanskar dollarar fyri Smyril 1.
Tað eru góðar seks milliónir krónur.
Men Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsuni, ásannar, at hann verður trupul at selja yvirhøvur og tíansheldur fyri góðar seks milliónir.
Smyril 1 er gamal og illa slitin. Samstundis er oljan dýrkað nógv seinastu tíðina og tað ger alt samalt, at hann verður ógvuliga trupul at selja, í hvussu so er vissi hann skal lúka tey krøv, sum verða sett til ferðamannaskip um okkara leiðir.
Hann sigur, at í løtuni eru ongar samráðingar um at selja Smyril 1.
Tað hava verið nakrir fyrispurningar úr øðrum pørtum í verðini og onkrir av hesum fyrispurningum hava eisini ført til samráðingar.
Men allar hesar samráðingar eru dotnar niðurfyri aftur, tí teir áhugaðu keypararnir hava tikið seg aftur og í løtuni er ongin at samráðast við, sigur stjórin á Strandferðsluni.