Aftaná tvær vikur við avloysaraskipi á suðuroyarleiðini eru tað ivaleyst fleiri, ið nú gleðast um, at Smyril aftur er á veg heim til Føroya. Smyril hevur verið í dokk í Danmark, og tað hevur sum skilst gingið væl.
Smyril legði frá landi fyri góðum tíma síðani, og nú er hann staddur í Kattegat fjørinum, sum er millum Jútland og Svøríki. Hann verður væntandi á Tvøroyri klokkan 13.
Tá Smyril fór í dokk um miðjan september, kom grikska avloysaraskipið Prince í sigling fyri Smyril. Prince hevur skapt mikla øsing millum manna, tí fleiri viðurskifti hava ikki verið, sum føroyingar eru vanir við, og so var eisini eitt brek við rampuni, sum gloppaði. Men skjótt verður Smyril aftur í Føroyum, so nú verður alt bara minnir.
Vit vita enn ikki, júst nær Smyril byrjar í sigling, men tað frætta vit meira um í morgin.












