Smyril er ikki at fáa fatur á

Hóast Páll Fangi gjørdi eina rættuliga roynd og skeyt seg framum í startinum, so vóru vágbingar í síðsta enda teir drúgvastu

Tað skal vita heilt illa við hjá vágbingum, um teir eftir ólavsøkuróðurin ikki ? og tað av røttum ? kunnu kalla seg fyri føroyameistarar. Eftir sigurin á vestanstevnu hevur Smyril 33 stig, og hann er sjey stig frammanfyri Páll Fanga. Tað vil siga, at um Páll Fangi skal vinna FM heitið, so er neyðugt hjá honum at vinna á ólavsøku, og samstundis skal Smyril ikki verða frammanfyri nummar sjey. Tað er púra óhugsandi.
Páll Fangi vann á norðoyastevnu, og hann hevur hingið í síðani, sjálvt um tað ikki hevur eydnast at vinna. Aftur í Miðvági gjørdu klaksvíkingar eina álvarsama roynd fyri at fáa fatur á vágbingum, men tað eydnaðist ikki.
Á fyrstu metrunum sá væl út hjá Pálli Fanga. Hvíti báturin leyp avstað, og munurin aftur til teir næstu gjørdist beinanvegin ein skutur. Tá startspurturin var gott og væl liðugur, var Páll Fangi eina hálva bátslongd frammanfyri teir næstu. Teir næstu vóru umframt Smyril eisini Hvessingur, Jarnbardur og Sølmundur, meðan Kollfirðingur, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, og sum var rættuliga pretin á fyrstu hundrað metrunum, skjótt datt afturav.
So var tað, at Smyril fór undir sítt egna verk. Teir slitu hinar bátarnar av sær og løgdu upp á síðuna av Páll Fanga. Klaksvíkingarnir stríddust, og teir vóru drúgvir. Eina løtu lógu Páll Fangi og Smyril borð um borð.
Smyril var fyrstur at fara undir endaspurtin. Hann fekk stavnin framum Páll Fanga, og so var myndin, sum hon hevur verið fleiri ferðir fyrr í summar. Á síðstu hundrað metrunum var Smyril drúgvastur, og tá teir fóru um málið, var munurin aftur til Páll Fanga tríkvart bátslongd.
Gongurólvur hevur ment seg støðugt, sum kappingarárið er liðið. Hesa ferð endaði hann aftur á triðja plássinum. Men munurin fram til Páll Fanga var ikki stórur. Tað tóktist kortini ongantíð serliga upplagt, at Gongurólvur skuldi taka Páll Fanga, men á málinum var Gongurólvur meiri enn frammi á hálvum Páll Fanga.
Hvessingur, meistarabáturin frá í fjør av Strondum, Strálan, og Sølmundur vóru í harðari kapping um fjórða plássið. Teir komu á mál í her nevndu røðini.
Hvessingur er framvegis fremstur í kappingini um bronsumerkini. Men um mett verður út frá gongdini seinastu ferðirnar, so tykist tað vera ikki so lítið sannlíkt, at Gonguróilvur á ólavsøku fer at vinna bronsumerkini í FM kappingini.
Tá Smyrla menninir leygarkvøldið fóru suður við hinum Smyrlinum, kundu teir ikki kalla seg meistarar. Men teir vitstu, at á ólavsøku verður Smyril við monnum FM vinnari fyri fyrstu ferð, síðani tað í 1975 varð farið undir kappingina í 6?mannaførum við monnum.