Ofta hava ferðafólk gramt seg um, at tað ikki eru nóg nógv sitipláss umborð á Smyrli. Hetta er serliga galdandi í vikuskiftunum, tá nógv fólk vanliga ferðast um Suðuroyarfjørð.
Fyrr í ár var bøtt um hendan trupulleika, við at gera nøkur av kømurunum har afturi í skipinum um til smá rúm við bonkum. Hetta gav eini 80 sitipláss afturat. Men hetta var ikki nóg mikið, og nú er farið undir at gera enn fleiri sitipláss umborð á Smyrli. Hesuferð er tað á sóldekkinum, at sitipláss skulu setast upp. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá SL, sigur, at talan verður um millum 80 og 100 sitipláss, og tá tey eru sett upp, væntar hann ikki, at ferðafólk longur fara at hava trupulleikar við at finna sær sess umborð á Smyrli.









