Eydnast tað at fáa Smyril kláran til sigling í morgin, hósdagin, fer hann fyrsta túr av Krambatanga nakað seinni enn ætlað fyri at gera fólki møguleika at koma til skipið. Fæst Smyril ikki klárur, fer tyrla at flúgva, sigur Strandferðslan í kvøld. samband við, at Smyril ikki hevur verið í sigling í dag, hevur Strandferðslan arbeitt við einari ætlan um, hvussu samferðslumøguleikarnir verða í morgin.
Um Smyril fer í sigling í morgin, verður fyrsti túrur av Krambatanga kl. 08.30. Hetta fyri at ferðafólk hava møguleika at koma úr allari oynni. Bygdaleiðir koyra í samband við fráferðina.
Um so er, at ongin sigling verður, fer tyrlan hjá Atlantic Airways at flúgva ímillum Froðba og Tórshavn.
So skjótt sum greiða fæst á støðuni, verður kunngjørt í Kringvarpi Føroya, umframt at lýst verður á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins, sum er at finna á www.ssl.fo