Smyril eigur at taka ímóti fløskum

Tann sum selur fløskur við øl ella sodavatni eigur eisini at taka ímóti tómu fløskunum aftur. Men tað gera tey ikki umborð á Smyrli, sum nú er kærdur fyri Brúkaraumboðnum. Umborð á Smyrli selja tey drykkjuvørur í fløskum við panti, men tú fært ikki pantið aftur fyri fløskuna, tá hon verður latin innaaftur.

Strandferðslan hevur i sínum høringssvari víst á, at skipini hjá strandferðsluni ikki hava møguleika at virka sum fløsku-móttøka, og at tað hevur fyrr skapt ruðuleika, at børn hava jakstra fløskur skipið runt og skulu avreiða tær har tær eru keyptar, í røð av kundum sum bíða at skulu keypa vøru og ferðaseðlar. Strandferðslan hevur tí praktiserað ta loysn, at brúkarin keypir avvarðandi drykkjuvørur við panti og kann taka fløskurnar við í land, um tey ynskja tað, og síðani avgreiða hjá bryggjarínum ella handlum, sum taka ímóti teimum.

– Hetta hevur virkað sera væl í nógv ár, uttan at nakar hevur klagað, og Strandferðslan sær tí onga grund til at broyta hetta. Men um kravið er, at Strandferðslan skal hava fløskumóttøku á sama túri, har fløska við panti verður seld, er bert ein gongd leið, og tað er at Strandferðslan fer yvir til eingangsíløt og selur tey uttan pant, sigur Strandferðslan.

Brúkaraumboðið heldur, at tann nýtti framferðarhátturin eisini er ein trupulleiki í mun til prísskygni. Atlitið at prísskygni er gjøgnumgangandi í marknaðarføringslógini. Sum nú er, verða avvarðandi drykkjuvørur seldar við panti, uttan at brúkarin hevur møguleika fyri at fáa pantið aftur i samsvar við lógina – nevniliga við at lata inn tóm íløt á sølustaðið. Ítøkiligt er talan um eina fjalda príshækking við at nýta heiti »pant«. Søla av drykkjuvørum við panti hevur sambært lóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir við sær ta fortreyt, at pantið skal vera goldið aftur til brúkaran við innlating á sølustaðið.

Brúkaraumboðið er tí av tí fatan, at søla av fløskum við panti uttan møguleika hjá brúkaranum at fáa pantið aftur við innlating av fløskum á sølustaðnum er brot á § 1 í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið.

Strandferðslan er kunnað um omanfyrinevndu fatan hjá Brúkaraumboðnum og hevur játtað at royna at finna eina praktiska loysn, soleiðis at ásetingarnar verða hildnar.