Ferðamannaskipið St. Ola fer í sigling fyri Smyril um Suðuroyarfjørð 25.oktober og 16 dagar fram. Av tí at hann hevur longri tíð um at sigla teinin millum Havnina og Krambatanga enn Smyril, verður ferðaætlanin broytt hetta tíðarskeiðið. St. Ola fer at sigla 2 túrar um dagin millum Havnina og Krambatanga, og umframt hetta verða eisini farmatúrar gjørdir um náttina, verður upplýst av Strandferðsluni. Ferðaætlanin er so at siga klár og verður lýst fyrsta dagin.
Smyril skal í dokk í Fredericia, tí stabilisatorarnir skulu umvælast og møguliga onnur smáarbeiði gerast.
www.sudurras.fo