Eins og vanligt plagar Smyril at bunkra týsdagar. Men vegna broyttar umstøður bunkrar hann í dag ístaðin.
Hetta hevur sum vera man ávirkan á siglingina um Suðuroyarfjørð í dag.
Smyril fór sum vant av Krambatanga kokkan 6 í morgun og klokkan 08.30 av Havnini, og aftur av Krambatanga kl. 11.00 alt sum vanligt. Men so heldur tað vanliga uppat.
Strandferðslan upplýsr nú, at túrarnir av Havnini klokkan 16 og av Krambatanga klokkan 18.30 verða ikki sigldir. Smyril fer av Havnini kl. 19.30 í kvøld.










