Smyril broytta ferðaætlan leygardagin

Føroyskur dansur og fótbóltur eru orsøk til broytta ferðaætlan hjá Smyrli.

Lýst hevur verið við, at Smyril broytur ferðaætlan leygardagin. Ístaðin fyri at sigla á Krambatanga, sum vanligt er, verður siglt á Vág.

Nú er nakað síðani túrarnir á Vág vórðu tiknir úr ferðaætlanini, men leygardagin verður  Smyril aftur á Vágsfirði.

Orsøkin til broyttu ferðaætlanina leygardagin hevrtó ikki verið frammi, men orsøkin er einfalt tann, at sera nógv fólk skulu til Vágs leygardagin. millum 250 og 300 fólk taka lut á barnadansistevnu í Vági leygardagin. Umframt hetta, so eru eisini fóbóltsdystir hjá teimum smáu vesturi á eiðinum í Vági, so í alt verða sera nógv ferðafólk við Smyrli til Vágs leygardagin.

Broytingin í ferðaætlanini er soleiðis sambært Starndferðsluni:

Leygardagin 30. apríl siglir Smyril av Havnini kl. 07:00 og suður á Vág. Fráferðin kl. 09:30 av Krambatanga verður flutt til kl. 09:45 úr Vági. Siglt og koyrt verður sambært galdandi ferðaætlan restina av degnum.