Smyril broytta ferðaætlan fríggjadagin

Siglt varð ikki í kvøld. Byrjað verður klokkan 13 úr Havn í morgin.

Smyril hevur vegna veður avlýst túrar í dag og í gjár.

 

 

Í kvøld varð túrurin av Havnini klokkan 21:15 ikki sigldur. Tískil er eisini broyting í ferðaætlanini hjá Smyrli í morgin, fríggjadagin.

 

 

SSL boðar frá um siglingina hjá Smyrli í morgin 16/3, at byrjað verður at sigla  úr Tórshavn klokkan 13.00.