Smyril broytt ferðaætlan hósdag

Smyril siglir ikki av Krambatanga hósdagin klokkan 15:30, sum áður fráboðað, men túrurin er framskundaður til klokkan 14:00 Fólk, ið hava spurt seg fyri, hava í dag fingið at vita, at Smyril siglir av Krambatanga hósdagin klokkan 15:30, men hetta er ikki rætt, tí túrurin er framskundaður til klokkan 14:00.

Orsøkin til, at túrurin hósdag er framskundaður er, at Delta á Tvøroyri hevur nógvan fisk, ið skal av landinum við Norrønu.

Av Strandferðsluni frættist, at broytingin verður galdandi framyvir, tí nú fer vetrarferðaætlanin at koma í gildi, og tá er túrurin hósdag settur at verða klokkan 14;00 av Krambatanga.