Smyril broytir ferðaætlanina í morgin

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 5:00

Orsaka av, at kvøldartúrarnir á leið 7 í kvøld, mánakvøld, vórðu avlýstir fyri veður, verður túrurin í morgin, týsdag 19. oktober av Krambatanga, framskundaður til klokkan 05:00.

 

Siglt verður smbr. ferðaætlan tað ið er eftir er av týsdegnum.

 

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambært við hesa broyting.

 

Leið 700 byrjar tilkallitúrin úr Sumba klokkan 04:00 og leið 701 byrjar tilkallitúrin klokkan 04:30 úr Fámjin og tilkall klokkan 04:10 úr Sandvík.