Smyril broytir ferðaætlan vegna veður

Nógvur vindur er, og veðrið hevur við sær, at Smyril í morgin, hósdag, siglir eftir broyttari ferðaætlan.

 

Ssl.fo skrivar soleiðis:

 

Vegna vánaliga veðurforsøgn verður ferðaætlanin hjá Smyrli broytt hósdag 23. november.

 

Siglt verður av Krambatanga kl. 06:00 og kl. 11:30 og av Havnini kl. 08:45 og kl. 16:00.

 

Túrarnir av Krambatanga kl. 17:30 og av Havnini kl. 21:15 verða ikki sigldir.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í smb. við broyttu fráferðina.