Smyril broytir ferðaætlan

Vegna vánaliga veðurforsøgn broytir Smyril ferðaætlanina í morgin, mikudagin 10. desember.

Vegna vánaliga veðurforsøgn broytir Smyril ferðaætlanina í morgin, mikudagin 10. desember. 

 

Strandfaraskip Landsins siga, at Smyril siglir av Krambatanga til Havnar í morgin klokkan 07 og av Havnini og suður aftur á Krambatanga klokkan 15.

 

Lagt verður aftrat, at Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við broytingina.