Mánadagin broytir Smyril ferðaætlanina eitt sindur við tað, at túrurin av Havnini klokkan 16.00 verður útsettur til klokkan 18.30.
Hesum boðar Strandfaraskip Landsins frá í sms-boðum longu í dag.
- Tað er soleiðis, at Smyril skal hava nakrar bjargingarbátar umborð, sum hava verið til eftirlit, og tað tekur nakað av tíð. Av tí sama hava vit valt at geva fólki boð í góðari tíð, so tey kunnu leggja til rættis mánadagin, sigur Jóan Petur Abrahamsen, stjóri á Sjódeildini.
Hetta merkir so, at túrurin hjá Smyrli av Havnini klokkan 16.00 er avlýstur, og tað sama er túrurin av Tvøroyri klokkan 18.30.
Alt hetta merkir so, at túrurin klokkan 21.00 av Havnini eisini er avlýstur.
- Tað eru mans av Bornholm, sum skulu gera arbeiðið, og roknað verður við, at tað tekur einar fimm tímar. Tí er neyðugt at leggja tveir túrar burtur ímillum, sigur Jóan Petur Abrahamsen.