Smyril broytir ferðaætlan í dag

Smyril hevur ligið veðurfastur í morgun og tað ávirkar ferðaætlanina í dag Tað hevur verið nógvur vindur í nátt og í morgun og tað setir eisini sín dám á siglingina hjá Strandferðsluni.

Tað er meiri óvanligt, at enntá Smyril ikki fær siglt fyri vindi, men tað var støðan í morgun.

Hann skuldi fara av Krambatanga í Suðuroy klokkan sjey í morgun, men hann slapp ikki frá bryggju fyri stormi.

Sostat fekk hann ikki loyst fyrrenn klokkan 10 og hetta fer at ávirka ferðaætlanina restina av degnum. Sostatt fer hann suðuraftur klokkan 13, hann siglur norður klokkan 15.30 og suðuraftur klokkan 18.30. Bygdaleiðir broyta eisini koyringina samsvarandi