Smyril broytir aftur ferðaætlan í morgin

– Og væntandi verður sama skilið aftur í mikudagin

Tað er nógvur vindur við hørðum hvirlum, og longu í gjár fekk tað Strandferðsluna at ávara um, at vit kunnu vænta, at ólag fór at vera á siglingini hjá Smyrli, bæði í dag, og teir næstu dagarnar. Tað merkti, at túrurin mitt á degi í dag, varð avlýstur, men nú fer hann aftur til Havnar eftir ferðaætlanuni, og so fer suður eisini aftur í kvøld eftir ferðaætlanini.

 

Men Strandferðslan boðar longu nú frá, at ólag verður eisini á siglingini í morgin. Smyril fer norður eftir ætlan í morgin ári, men hann fer suður aftur klokkan 11 ístaðin fyri klokkan 13 – og so verður ikki siglt meiri í morgin.

 

Mikumorgunin er framvegis ringt veður, og tí er eisini væntandi, at Smyril eisini fer at avlýsa túrarnar mikumorgunin. Strandferðslan sigur eisini, at Herjólfur siglur heldur ikki í morgin og heldur ikki Hasfjord fer at sigla ímillum Gomlurætt og Skopum í morgin. Men fólk skulu eisini fyrireika seg til fleiri broytingar í morgin bæði á sjógvi og landi.

 

Fyrr í dag greiddi skiparin á Smyrli frá, hví tað er neyðugt at avlýsa. Tað er fínt at sigla, men tað er inni í ferjulegunum, at vandarnir eru.

 

Les meiri her: Hetta er orsøkin til at Smyril ikki fær siglt í dag