Smyril broytir ætlan

Veðurforsagnirnar bera við sær, at Smyril hevur broytt siglingarætlan í morgin

 

Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at hósdagin verður av Krambatanga klokkan 9.00, og at tað verður siglt suður aftur av Havnini klokkan 13.00.

 

Túrarnir av Krambatanga klokkan 15.30 og av Havnini klokkan 18.30 verða sigldir sum ætlað, skrivar Strandferðslan.

 

Eisini verður sagt, at roknast kann við avlýsingum hjá Bygdaleiðum fyrrapartin í morgin.