Frá 1. januar komandi fer Smyril Line sjálvt at hava farmaflutnignin við Norrønu um hendi.
Tað váttar Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Síðani 2005 hevur tað verið eitt samstarv millum Smyril Line og danska Blue Water, sum hevur røkt farmaflutningin undir heitinum Smyril Blue Water. Men hetta verðu nú søga.
– Blue Water fer at halda fram sum undirveitari hjá okkum til allan flutning frá Hirtshals og suðureftir, meðan vit sjálvi fara at taka okkum av flutninginum við Norrønu til Føroya og Íslands, sigur Rúni V. Poulsen.
Tað var sum eitt krepputiltak, at loysnin við Blue Water varð sett í verk í 2005.
– Vit vilja fegin vera eitt føroyskt reiðarí sum veitir allar tænastur til føroyskar kundar, sigur Rúni V. Poulsen.
Avtalan um Smyril Blue Water skuldi annars ganga út í 2016, men báðir partar hava ynskt broytingar. Rúni V. Poulsen sigur, at fyri kundan og starvsfólkini fer tað ikki at merkjast, tí Smyril Line tekur yvir øll starvsfólkini hjá Smyril Blue Water, sum heldur til í leigaðum hølum hjá Smyril Line. Talan er um 14 starvsfólk í Føroyum og eini 4-6 starvsfólk í Íslandi.