Smyril skuldi fara av Havnini klokkan 21.15 í gjárkvøldið, men var nakað nógv seinkaður.
Orsøkin var, at útisetarnir, sum komu við Atlantic í gjárkvøldið, náddu ikki túrin suður klokkan 21.15.
Tey nógvu ferðandi, sum høvdu leitað sær til Suðuroyar í gjárkvøldið, bíðaðu tí áleið 45 minuttir við kei, inntil tey ferðandi við Atlantic komu til Havnar.
Ivaleyst vóru tey tí mong, sum vóru ovurfegin í gjárkvøldið um, at Smyril vísti so stóra vælvild móti útisetunum.
Í kvøld ætlaði Smyril eisini at lata túrin klokkan 16.00 bíða eftir Atlantic gestunum, men orsaka av illveðrinum bar tað ikki til.