SSL boðar í kvøld frá, at í morgin, fríggjadagin, avlýsir Smyril nakrar túrar.
Talan er um brákomið viðlíkahald, men nærri verður ikki sagt, hvat talan er um.
Hesi boð eru í kvøld komin frá Strandferðsluni:
Vegna brákomið viðlíkahaldsarbeiði umborð á Smyrli verða túrarnir av Havnini kl. 13:00 og av Krambatanga kl. 16:00 ikki sigldir, fríggjadag 30. September.











