Seinnapartin í morgin verður so nógvur vindur, at Smyril avlýsir ein tveir túrar ímillum Havnina og Suðuroyar.
Smyril siglur eftir verðaætlanini til seinnapartin, men hann fer seinasta túr av Havnini klokkan 16.
Tað merkir, at túrurin av Krambatanga klokkan 18.30 og av aftur Havnini klokkan 21, verða ikki sigldir.
Seinnapartin í morgin sigur hann frá fitt av vindi av útsynningi, upp í 23 metrar um sekundið.
Útsynningur er annars besta ætt at sigla í ímillum Suðuroyar og Havnina, men Smyril hevur bara tríggjar motorar og tískil er motororkan at manøvrera innan fyri Molan í Havnini, so mikið avmarkað, at tey halda, at tað eru óráð at royna tað í annaðkvøld, sigur Strandferðslan.