Strandferðslan boðar á heimasíðu síni frá, at Smyril avlýsir túr í morgin, mánadagin, vegna veður.
Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:
Vegna vánaliga veðurforsøgn fyrrapartin av morgindegnum, verður túrurin í morgin, mánadag 10. Januar, av Krambatanga kl. 06:00 og av Havnini kl. 08:45 ikki sigldur.
Siglt verður av Krambatanga kl. 11:30 og siglt verður smbr. ferðaætlan restina av degnum.
Aðrar avlýsingar kunnu eisini væntast.
Fyri veður kunnu væntast broytingar og avlýsingar á oyggja- og bygdaleiðum mánadagin 10. januar, skrivar ssl.fo.












