Veðrið er vánaligt, og tað hevur eisini merkt samferðsluna.
Hjá Strandferðsluni hevur Smyril avlýst ferðina av Krambatanga til Havnar klokkan 18.30 í kvøld, og sostatt siglur hann heldur ikki suður aftur klokkan 21.15 í kvøld, sum ætlað.
Strandfaraskipið, Teistin, hevur eisini avlýst alla sigling í dag, og tað sama hava Bygdaleiðir í Sandoynni.
Og Atlantsflog hevur somuleiðis avlýst fleiri flogfør í dag, bæði til Føroya og úr Føroyum.
Tað er framvegis nógvur vindur, upp í 30 metrar um sekundið av landsynningisuðuri í Hvalba og á Høgareyni og 31 metrar um sekundið á Gjáarskarði.










