Tað er fitt av vindi og tað órógvar samferðsluna í kvøld og í morgin. Hann sigur frá fitt av vindi, upp í 18 metrar um sekundið av eystri og landsynningi og í hesum sambandi boðar Strandferðslan frá, at Smyril fer ikki at sigla í kvøld og tíðliga í morgin.
Sostatt eru túrarnir av Krambatanga til Havnar klokkan 21 í kvøld, og úr Havnini til Suðuroyar klokkan sjey í morgin árini, leygarmorgunin, avlýstir. Annars verður siglt eftir ferðaætlanini. |