Nógvur vindur er og tað órógvar siglingina hjá Strandferðsluni, bæði í dag og í morgin-
Í hesum sambandi avlýsir Smyril ein túr í dag og ein túr í morgin og Teistin avlýsir ein túr í kvøld.
Í morgin týsdagin, verður so nógvur vindur, at Smyril má avlýsa ein túr ímillum Havnina og Suðuroy.
Í hesum sambandi verður túrurin úr Havn til Suðuroyar klokkan 13 í morgin, og túrurin av Krambatanga til Havnar klokkan 15.30 ikki sigldir.
Smyril hevur avmarkaða motororku við tað at tann eini motorurin er farin. Sostatt eru tríggir motorar eftir, men motororkan er vikanð so mikið, at tey hætta tey sær ikki at manøvrera innan fyri Molan í Havnini í so nógvum vindi, sum hann sigur frá í morgin.
Í morgin sigur hann upp í 23 metrar um sekundið av útsynningi og vestri og tað er nóg mikið til at smyril avlýsir seinnapartin í morgin.
Smyril hevur eisini avlýst túrarnar í kvøld. Sostatt siglur hann hann seinasta túrin av Havnini nú klokkan 16, samstundis sum túrarnir úr Suðuroy klokkan 18.30 í kvøld og túrurin úr aftur Havnini klokkan 21, verða ikki sigldir.
Veðrið órógvar eisini siglingina hjá Teistanum. Fyri veður siglir Teistin ikki túrarnir úr Skopun klokkan 22.30 og av Gomlurætt klokkan 23.05 í kvøld, sigur Strandferðslan.