Smyril kom á Krambatanga nakað eftir klokkan 15 í dag, men sigldi ikki ætlaða túrin norðureftir klokan 15:30, men fer ístaðin av Krambatanga klokkan 21 í kvøld. Veðrið er ikki av tí besta; Tá bilbíðirøðin á Krambatanga helt seg skula koyra umborð nakað eftir klokkan 15:30 í dag vóru boðini hinvegin, at Smyril fór ikki av aftur Krambatanga, fyrr enn klokkan 21:00 í kvøld, og siglt verður ikki suðuraftur fyrr enn klokkan 7 árla í morgin.