Tveir túrar við Smyrli verða avlýstir í dag. Orsøkin er tekniskt brek, sigur Strandferðslan.
– Vegna tekniskt arbeiði umborð á Smyrli verða túrarnir úr Havnini klokkan 16.00 og av Krambatanga klokkan 18:45 ikki sigldir, skrivar Strandferðslan.
Í dag hevur Smyril siglt tríggjar túrar. Síðsti túrur var klokkan 11:30 av Krambatanga, og Smyril liggur nú á Havnini.
Sambært ferðaætlanini hjá Strandferðsluni verður loyst av kai aftur klokkan 21:15 úr Havn.