Smyril avlýsir sigling

Bæði veður og streymur eru ímóti og tí er best at verða liggjandi í Havn Tað er rættiliga buldrasligt veður í dag og tað rakar eisini samferðsluna.

Av tí sama hevur Smyril avlýst túrarnar, hann skuldi gera ímillum Suðuroy og Havnina seinnapartin.

Umframt at veðrið er vánaligt, er streymurin heldur ikki til vildar og tí hevði tað verið heldur ótespuligt hjá ferðafólki at siglt um Suðuroyarfjørð í dag.

Tí hevur Smyril avlýst ferðina av Havnini klokkan 12.30 í dag og ferðina av Tvøroyri klokkan 15.30.

Túrurin, sum skuldi vera av Havnini klokkan 19 í kvøld, er framskundaður ein tíma, so at Smyril siglur av Havnini klokkan 18 í kvøld.

Smyril fór av Tvøroyri til Havnar í Morgun, men ferðafólk, sum vóru við, siga, at tað var rættiliga skubbut á ávísum strekkjum og tað hevur Strandferðaslan so tikið avleiðingarnar av og hevur avlýst tveir túrar