Strandferðslan noyðist aftur í dag at avlýsa túrar við Smyrli ímillum Suðuroy og Havnina. Men hesa ferð er tað ikki fyri veður.
Strandferðslan sigur, at tað er sprinklaraskipanin umborð á Smyrli, sum hevur verið fyri tekniskum breki, og tí verður Smyril lagdur ímeðan brekið verður umvælt. Av tí sama siglur Smyril ikki seinasta túrin av Havnini í kvøld klokkan 21.15, og sosatt siglur hann heldur ikki fyrsta túrin úr Suðuroy klokkan seks í morgin.
Sostatt verður fyrsti túrurin av Havnini klokkan 8.30 í morgin ári, sum hann annars eigur at sigla eftir ferðaætlanini.
Fólk hava verið umborð og havt eftirlit við sprinklaraskipanini, men tá ið hon skuldi setast til aftur, virkaði ikki alt, sum ætlað. Ein skipan er, sum ger, at hon skal virka, hóast skipið missur allan streymin, og tað er hendan skipanin, sum ikki virkar, men tað verður umvælt í nátt.
Annars siglur Smyril suður nú seinnapartin, sum ætlað, og eisini norður aftur klokkan 18.30, men av trygdarávum hevur smyril fasta brandvakt við pumpurnar til sprinklaraskipanina hesar túrarnar, sigur Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.