Tað krevur sín mann at vera viðhaldsfólk hjá 6-mannafarinum Smyrli úr Vági. Hvørja ferð verður roknað við, at teir skulu vinna. Teir vinna ofta, og teir eru so greiðir favorittar til FM heitið, at tað ikki ber til at ímynda sær annan FM vinnara. Men sterku og væl trimmaðu ungu menninir, sum eftir lokna skúlagongd í høvuðsstaðnum nú allir eru aftur í Vági, so at siga spæla við hvørt við heilsuna hjá viðhaldsfólkunum!
Dømi um hetta var í Fuglafirði leygardagin, tá ið blóðtrýstið á vágbingum leingi mundi vera sera høgt og neglirnar bitnar heilt í botn, áðrenn tað var greitt, at aftur hesa ferð var teirra bátur - eftir vónbrotið á Jóansøku - tann besti.
Smyril fekk ikki besta startin. Smyril var ikki millum tveir teir fremstu, tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, og Smyril var ikki fremstur, tá ið tað varð farið undir endaspurtin. Men Smyril var fremstur, tá ið tað ráddi mest um at vera fremstur, og tað var eingin ivi. Á málinum var munurin frá Smyrli og aftur til næstu kappingarneytarnar ein stór hálv bátslongd.
Fremsta plássið og hóast alt sannførandi sigurin vunnu vágbingar í framúr endaspurti. Við tøkum, sum ikki sóu sín líka í Fuglafirði, tóktist tað sum um hinir bátarnir so at siga stóðu fastir í siropi, meðan Smyril fór skúmandi ella flúgvandi fram í oddin. Hann var fremstur á seinastu 50 metrunum, og tað var yvirhøvur eingin ivi á málinum.
Á fyrstu metrunum bjóðaðu aðrir seg fram. Eitt nú nýggi Sundabáturin, sum tað tykist ganga rætta vegin hjá, og so Hvessingur. At báturin úr Hvalvík/Streymnesi er komin afturíaftur er áhugavert. Hann hevur áður vunnið so nógv, men í ár hevur ikki borið teimum til at manna bátin fyrrenn til Jóansøkuna. Undan ferðini til Suðuroyar høvdu teir verið eina ferð í bátinum og vant. Undan Varmakeldustevnuni høvdu royndu rógvararnir havt møguleika at venja nakrar ferðir afturat, og á fyrstu hundrað metrunum vístu teir tenn. So var ikki meiri í teimum, men kanska teir fara at gera um seg og arga hinar á Ólavsøku.
Páll Fangi legði bragdligast fyri. Tað eydnaðist hjá teimum at nýta sama taktikkin, sum á Fjarðastevnuni hevði sigurin við sær. Páll Fangi var leingi fremstur. Á túsund metra málinum var munurin aftur til hinar ein hálv bátslongd, og tá ið teinurin var hálvarógvin, høvdu teir økt munin eitt sindur afturat.
Tá var fjarstøðan frá Páll Fanga og aftur til Smyril, sum var aftanfyri Lóm, ein bátslongd. Men so var tað, at vágbingar fóru at leggja meiri í. Krútið hjá teimum var sterkari, enn tað var hjá klaksvíkingum, sum aftur noyddust at smyrja seg við, at Smyril er bestur.
Á Jóansøku tók Jarnbardur Smyril, Páll Fanga og allar hinar á bóli. Hesa ferð var Jarnbardur ongantíð fremstur, men hann megnaði at enda á bronsuplássinum, og hann er framvegis favorittur at vinna silvurmerkini í FM kappingini. At gullið fer til Vágs er tað eingin ivi um.










