Smyril argaði vágbingar eina løtu

Men tá bátarnir komu ímóti málinum, var talan um uppvísningsróður hjá FM vinnarunum úr Vági

Mundi suvereni oddafiskurin síðani kappróðurin á Skálafjørðinum fara at kiksa hesa ferð. Tað var spurningurin, sum hekk í luftini, tá 6?mannaførini við monnum høvdu róð hálvan teinin. Og tað var ikki at undrast á, at tað kendist sum um, at tað var eitt sindur av fjáltri á nógvu vágbingunum, sum hoyrdust so sera væl á Molanum.
Orsøkin var tann, at Páll Fangi og Gongurólvur fingu besta startin. Páll Fangi hevði hug at halda tørn um oddasessin, og tá Smyril av álvara legði seg út í kappingina og bjóðaði Gongurólvi av, hevði Páll Fangi hug at renna undan.
Tá teinurin var hálvrógvin lógu Páll Fangi og Smyril stavn um stavn, so glapp hjá Smyrli, og ungu menninir umborð á Gongurólvi vóru pretnari, enn teir hava verið í nøkrum av hinum kappingunum. Teir tóku Páll Fanga, og teir høvdu eina lítla løtu kanska hug at bjóða Smyrli av.
Men tað var ikki hugsningur um. Smyril hevði nógv tað mestu orkuna, og á síðstu eitt hundrað metrunum fór hann í hvørjum taki frá kappingarneytunum. Páll Fangi datt púra burtur ímillum. Bæði Sølmundur og Hvessingur tóku hann, og harvið fingu teir báðir bestu úrslitini í øllum róðrarárinum.
Smyrli verður ynskt hjartaliga tillukku við fyrsta FM heitinum, síðani tað í 1975 varð farið undir FM kapping fyri 6?mannafør við monnum.
Talan er bert um triðja FM heitið á mannfólkasíðuni til Vágs Kappróðrarfelag, síðani 1973. Vágbingur vann í 1980, og Royndin Fríða vann í 1994.
Smyril við kvinnum vann FM í 1983, sum var fyrsta árið, at kvinnurnar í 6?mannaførum kappaðust um meistaraskapin. Royndin Fríða við gentumanning hevur ongantíð verið meistari. Tí er einki at undrast á, at fløggini verða vundin á stong, og vágbingar skipa fyri móttøku, tá smiðjulærlingarnir umborð á Smyrli vinna.