Suðuroyarsiglingin
Tað eydnaðist heldur ikki hesuferð at fáa málið um nýggja Smyril avgreitt í Landsstýrinum.
Annars bendi alt á, at málið skuldi avgreiðast á landsstýrisfundi.
Hetta var fimtu ella sættu ferð, at málið stendur á skránni fyri landsstýrisfund, men heldur ikki hesuferð eydnaðast at taka eina avgerð.
Orsøkin hesuferð var, at Landsstýrið var so illa mannað. Eitt nú bara tað ikki til hjá nøkrum av teimum trimum landsstýrismonnunum hjá tjóðveldisflokkinum at vera á fundi.
? Vit hildu ikki at tað var rætt at avgreiða málið, tá ið so nógvir av landsstýrismonnunum vóru burtur.
Tí varð málið um Smyril tikið av dagsskrá.
Bjarni Djurholm roknar við, at málið verður fyri heilt vist avgreitt á næsta landsstýrisfundi. Men nær hann verður, veit hann ikki.
Sí annas tvær aðrar greinar um Smyril í blaðnum. Onnur er greinin "Fer at fáa álvarsligar avleiðingar" sum vísir á, at fólkafloksmenn í Suðuroynni lova ilt, um tilmælið frá nevndini, sum hevur fyrireikað skipið. Endar tað við, at eitt annað skip verður bygt, fer tað at fáa tær álvarsligastu avleiðingarnar fyri Fólkaflokkin, sigur formaðurin í Suðuroyar Fólkafloksfelag. Hin er greinin "Bjarni Djurholm undirmetir nevndina" - tað er nevndina, sum hevur fyrireikað byggingina.