Tá ið Smyril fór av Havnini til Suðuroyar í kvøld, stóðu nógvir bilar eftir
Tað er fleiri ferðir komið fyri í seinastuni, at bilar standa eftir, tí teir sleppa ikki við, tá ið Smyril loysir frá bryggju í rutusigling ímillum Havnina og Suðuroy.
Og tað hendi so aftur, tá ið hann skuldi fara suður úr Havn klokkan 18.30 í kvøld.
Tað hevur ikki eydnast at fáa nakað at vita frá Strandferðsluni í kvøld, men ferðafólk siga, at kanska stóðu tað heili 40-50 bilar eftir í Havn.
Orsøkin er, at tað vóru so nógvar bingjur og treylarar við, at tað sluppu lutfalsligir fáir persónbilar við.
Talan var bæði um bingjur av Norrønu og fiskur, sum skuldi suður í kvøld.
Tá ið nógvur tungur farmur er við, ber ikki til at fáa báðar hyllarnar niður og tí fekst bara onnur hyllin niður í kvøld, siga ferðafólk, vit hava tosað við.










