Smyril aftur black-out

Smyril skuldi sigla av Havnini klokkan 13, men enn hevur hann ikki loyst. Tað skilst at Smyril hevur fingið enn eitt black-out. Eftir ætlan skuldi Smyril loysa klokkan 13, men klokkan 13.20 segði skiparin yvir samtaluanleggið, at teir høvdu tekniskar trupulleikar, og at ferðafólkini fingu meira at vita seinni.

Nú klokkan gott og væl 14 høvdu ferðafólkini enn einki fingið at vita, og Smyril hevur ligið púra kvirrur. Sum skilst er talan um enn eitt black-out.

Meira, so skjótt nakað nýtt frættist.