Smyril 15 ár í dag

Í dag, 15. Oktober 2020,  eru 15 ár síðani at strandfaraskipið Smyril fyrstuferð legði at bryggju á Krambatanga í Suðuroyni.

Smyril røkir suðuroyarleiðina, og millum manna var frammi, tá Smyril kom í 2005, at skipið var stórt, kanska ov stórt, og fór at nøkta tørvin mong ár fram í tíðina. Í dag eru trupulleikar við, at skipið mangan er ov lítið.

Smyril er nummmar 5 í røðini av førum á suðuroyarleiðini við navninum Smyril. Smiril I og Smyril II stavaðust við fyrra “i”.

Smyril varð bygdur í San Fernando í Spania og var tað Knud E. Hansen í Danmark, sum teknaði og projekteraði Smyril.

Smyril fór í sigling um Suðuroyarfjørð 1. nov. 2005.

Táverandi løgmaður metti í røðu á Krambatanga í 2005, at hesin fór at verða seinasti Smyrilin, tí tunnil til Suðuroyar kom at avloysa Smyril V.