Smurdar av í Svøriki

Føroyska kvinnulandsliðið hevði tað sera trupult móti Svøriki

Svøriki - Føroyar 32-13 (17-4)

 

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spældi sín seinasta dyst í hesum umfari, tá ið tær skuldu royna seg á útivølli móti Svøriki.

Sviar hava eitt sera sterkt landslið, ið hevur fingið nógv góð úrslit seinastu árini, so tað var eingin ivi um at dysturin fór at vera trupul.

 

Føroysku leikararnir byrjaðu tó dystin við góðum stríðsanda, og stóðu væl í verjuni eftir umstøðunum. Tær vóru raskar at renna heim, og hetta var fyri neyðini, tí ferð eftir ferð miseydnaðust atsóknirnar í álopinum, so sviar fingu eina ørgrynnu av møguleikum at revsa okkum.

 

Eftir 11 minuttir var støðan 5-0 til Svøriki, og tað hevði verið verri um føroyingarnir ikki stríddust so væl.

Men so við og við øktist munurin, og svenska málið tóktist ganda. Eftir 14 minuttum fingu vit okkara fyrsta mál, og tey gjørdust ikki nógv fleiri.

 

Í hálvleikinum høvdu føroyingarnir bert fingið fýra mál, so at hálvleiksstøðan var 17-4

Málskjótingin eydnaðist eitt sindur betri í seinna hálvleiki, og har var eitt sindur styttri millum málini.

At enda gjørdist úrslitið 32-13, og Føroyar høvdu fingið ein ordans avsmurning.

 

Toppskjútti hjá Føroyum gjørdist Marianna Geirsdóttir Eystberg, ið fekk seks mál. Hon og málverjarnir báðir, Viviann Petersen og Ragnhild á Heygum avrikaðu best hjá Føroyum.


In.fo hevði beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, ið kann lesast við at trýsta her