Ásmundur V. Johannesen 75 ár

Í morgin, sunnudagin 4. september, verður Ásmundur Vágsheyg Johannesen í Havn 75 ár. Hann var í mong ár lærari og eisini fyristøðumaður á kostdeildini í Hoydølum.

Ásmundur er ættaður úr Klaksvík. Foreldrini hjá honum vóru Anna Malena Vágsheyg úr Klaksvík og Jógvan Sigurd Johannesen, sum var ættaður úr Skopun. Ásmundur var elstur av trimum systkjum. Systrarnar eru Henni Elisabeth, sum giftist til Noregs og Maria, sum býr í Havnini.
Ásmundur leyk matematiskt studentsprógv í 1950, tá ið studentaskeiðið húsaðist á VBV. Í 1954 leyk hann læraraprógv á Føroya Læraraskúla. Sama árið giftist hann við Elini fødd Dahl og ættað úr Havnini.
Ásmundur var fyrstu árini lærari í Kommunuskúlanum, Millum- og Realskúlanum og á Argjum frá 1956 og til 1964. Í 1964 fór Ásmundur í starv á studentaskúlanum, sum tvey ár frammanundan var fluttur niðan í Hoydalar, og tað var har uppi, at Elin og hann vóru tey flestu av teirra virkisárum.
Ásmundur var lærari í realskúlanum, og seinni undirvísti hann á HF skeiðnum, sum varð sett á stovn í 1974. Elin var á skrivstovuni, og frá 1966 og til 1979 undirvísti hon eisini í fimleiki. Frá 1971 og fram til 1991 var Ásmundur fyristøðumaður á kostdeildini í Hoydølum, har tey búðu í ovastu hæddini í nýggja húsi á gamla Sanatorinum.
1958-1959 var Ásmundur formaður í Havnar Fimleikafelag. Fyrstu royndirnar við flogbólti í Føroyum mundu vera á Læraraskúlanum og Studentaskúlanum. Ásmundur var formaður í flogbóltsdeildini hjá ÍSF 1968-1972, og harvið var hann eisini stjórnarlimur í ÍSF.
Hesi seinastu árini hava Elin og Ásmundur verið nógv í Tilhaldinum fyri eldri, sum er í gamla Føroya Banka. Ásmundur er nevndarlimur.
Elin og Ásmundur eiga trý børn. Pauli í Sandagerði er elstur. Hann býr í Vejle. Anna Erenbjerg er í miðjuni. Hon býr í Nakskov, og Sjúrður Johannesen, sum er yngstur, býr í Hoyvík.