Ásmundur Guðjónsson:

Nýggjur ráðgevi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum

Ásmundur Guðjónsson í Havn er settur í starv sum ráðgevi hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hann hevur eitt skifti verið leiðari og samskipari av fiskivinnuroyndum. Hann skal arbeiða í stýrisbólkinum fyri norðurlendskt umhvørvis- og fiskivinnusamstarv.
Høvuðsuppgávan í norðurlendska fisikivinnusamstarvinum er at virka við til at menna fiskivinnuna sum eitt týðandi samfelags- og búskaparligt ískoyti við atliti til virksemi í teimum londum og økjum har fiskivinnan hevur størst týdning.
Grundleggjandi í norðurlendska samstarvinum er at vistfrøðisliga skipanin verður vard og at veiðan er burðardygg. Norðurlendska fiskivinnusamstarvið hevur eina játtan í ár uppá 7,4 milliónir danska krónur.
Høvuðssæti hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum er í Keypmannahavn. Ásmundur Guðjónsson er settur í fýra ár, men starvið kann leingjast tvær ferðir við tveimum árum.