Ásmundur er farin bara 40 ár gamal. Orðatakið sigur: Gamal skal doyggja, ungur kann doyggja. Eitt kunnu vit vera vís í, og tað er, sum danin sigur: Livets korthed Dødens vished Evighedens længde. Ásmundur var nakað serstakt. Hann var innløgumaður, ikki fyri seg sjálvan, men fyri hini. Dagin fyri hann doyði, fór hann út við bátinum at fiska, ikki til sín sjálv, men til hini. Hetta var hansara lyndi. Tá vit, sum búgva uttanlanda, ikki altíð kundu fáa fatur á dóttrini og svigarsoninum, ja, so varð at ringja til Ásmund, tí Ásmundur var altíð har. Ja, tey kundu trygt fara ein túr til Havnar ella fara niður í handilsørindum, tí Ásmundur var har. Hvør kann taka plássið eftir Ásmund í virkinum hjá Bærendsen teknik? Ásmundur fór ikki burtur at ferðast, tí hann kendi tað, sum sína ábyrgd at røkta seyðin. Ásmundur átti ikki børn sjálvur, men tess meira kærleika vísti hann børnunum hjá systkjunum. Tað var ein av fagrastu summardøgum, tá ið Ásmundur varð jarðaður. Kirkjugarðurin á Tvøroyri liggur á brøttum lendi, so tað varð sum fuglur á rók at síggja henda stóra skara, sum var komin fyri at fylgja Ásmundi. Hetta var ein vøkur og sera sjáldsom sjón. Bæði í salinum og á grøvini varð talað um himmalin, henda vakra stað, har tað er mangan, mangan betri enn her. Tað, sum einki eyga hevur sæð og einki oyra hevur hoyrt, tað sum ikki er komið upp í nakað menniskjahjarta, tað sum Gud hevur gjørt til reiðar til tey, sum elska hann. Tað varð eisini nevnt, at eingin kemur inn í himmalin av sær sjálvum. At tað finnast tvey støð eftir deyðan. At tað er neyðugt at taka støðu. Mint varð á: Ger teg til reiðar at møta Gudi tínum. Friður veri við minninum yvir Ásmund Bærendsen.
Ása










