Longu hálvt ár innan festivalurin letur portrini upp, hevur danski Smukfest festivalurin í Skanderborg selt síðsta partoutatgongumerkið. Hetta hendir innan festivalurin hevur kunngjørt eitt einasta av luttakandi nøvnunum.
Hetta fegnast tey sum vera man um á skrivstovuni hjá festivalinum, men tey taka hetta eisini sum álitisváttan.
Stórur partur av skránni kemur á heimasíðuna hjá festivalinum 26. januar klokkan 12.15. Eindags atgongumerkir verða sett til sølu 2. februar klokkan 10.00.
Smukfest kallaðist áður Skanderborgfestival.