Samstundis vórðu tólv ungir dreingir dømdir pískasløg fyri at hava gjørt seg upp fyri nøkrum kvinnum í einari viðarlund.
Tann indiski maðurin varð dømdur fyri at hava smuglað eina ókenda nøgd av heroini, og fyri tað varð hann hálshøgdur, skrivar almenna saudiarabiska tíðindastovan.
Higartil hava saudiarabisku myndugleikarnir avrættað minst 27 fólk, sum eru dømd eftir teimum teimum strongu muslimsku sharia-lógunum. Í fjør vórðu 75 fólk avrættað í Saudiarabia, í 2000 var talið 121.