Tann nú víðagitni smuglarabáturin, sum kostaði einum hálvum føroyingi sjey ára fongsul, var á Havnini ávegis aftur til Noregi Tá víðagitni smuglarabáturin kom á Havnina fyrrapartin í gjár, stóðu bæði løgregla og tollarar fyri honum. Teir hava jú havt ringar royndir av bátinum.
Tað er felagið Nautic Sailing í Bergen, sum eigur bátin. Hann hevur verið so gjølla kannaður, at hann nústaðni verður leyslatin frá løgregluni.
Teir tríggir, Kjetil Kristensen, Krisjan Frederik Nygård og Karl Marius Eggen, fóru úr Íslandi sunnudagin og komu á Havnina gjáramorgunin. Teir steðgaðu so í Havn til á miðdegi í dag, tá teir hildu leiðina beinleiðis til Bergen í Noregi.
Fyritøkan Nautic Sailing leigar bátar út og teir hava eina 15-20 bátar tilsamans. Tað var frá hesari fyritøkuni, at nógv umrøddu smuglararnir leigaðu bátin.
Teir tríggir norðmenninir rokna við at tað fer at taka einar fýra dagar at sigla av Havnini til Bergens.









