Tað vóru tollararnir á flogvøllinum sum hildu einum manni aftur, tí teir høvdu illgruna um, at hann smuglaði rúsevni innvortis.
Løgreglan tók mannin og fór í røntgena á Landssjúkrahúsinum við honum. Har kundu tey staðfesta, at hann hevði eitthvørt innvortis, og tí var hann tikin við á støðini, har tey máttu bíða, til hann hevði fingið alt úr kroppinum aftur.
Tað vísti seg, at maðurin, sum var miðskeiðis í tríatiárunum, hevði 90 gramm av hassji innvortis.
Hann var síðani latin leysur við eini skuldseting og skal so fyri rættin.