Smuglaði hassj í reyðkáli

Føroyingur tikin fyri at royna at smugla 268 gramm av hassji

Ein 28 ára gamal føroyingur var týsdagin tikin av donsku løgregluni fyri at royna at smuggla 268 gram av hassji umborð á Norrønu, sum lá í Hirtshals.

Hetta skrivar Ekstrablaðið í dag.

Hassjhundurin Miro fekk fann hassjið, sum var goymt í eini reyðkálsspann. Maðurin, sum hevði hassjið hjá sær, slapp ikki fram við Miro, og tá løgreglufólk kannaðu viðføri nærri, funnu tey stóru mongdina av hassji.

Sagt verður, at smuglarar ofta royna at blanda mat ella krýddaríir saman við hassjinum fyri at snýta nøsina hjá hassjhundunum, men tað lukkast sjáldan.