Smuglaði 600 gr av kokaini til Føroya

Ein kvinna situr varðhaldsfongslað í Mjørkadali fyri at hava smuglað 600 gram av kokaini til Føroyar

 

Talan er um ein kvinnu, sum er ættað úr Dominikanska Lýðveldinum, men sum býr í Hollandi.

Kvinnan, sum er um fimmti ára aldur, varð handtikin á flogvøllinum í Vágum um hálvan mai og hevur sitið varðhaldsfongslað síðani tá.

Hon smuglaði tey 600 grammini av kokaini innvortis, men varð kortini tikin í tollinum, verður upplýst av politstøðini í Havn. 

Umframt hesa skuldsetingina er hon eisini skuldsett fyri nakað frammanundan at hava smugla 800 gram av kokaini til Íslands. 

Hon kemur fyri rættin í næstum, skuldsett í báðum málum.