Smuglaði 1,6 kilo av hassji til Føroya

Smuglarin gav rættinum eina óvanliga frágreiðing

 

Ein maður er nú dømdur at sita í fongsli í fimm mánaðir fyri at smugla hassj til Føroya.

Hann varð tikin í Havn mánadagin 20 oktober, tá ið hann kom koyrandi av Norrønu, men tá ið tollararnir rannsakaðu bilin, funnu teir hasji í baksetrinum.

Hann varð settur í varðhald, har hann hevur sitið til nú, málið kom fyri í rættinum.

 

Frágreiðingin hann gav rættinum var óvanlig, tí hann greiddi hann frá, at ætlanin var at grava hassjið niður í smærri nøgdum og tá ið keyparar vóru funnir, skuldu teir fáa tær heilt nágreiniligu knattstøðurnar so at teir kundu fara eftir tí.

Maðurin er dømdur fyri at hava smuglað hassjið til Føroya í samstarvi við onnur

T

á ið dómurin varð ásettur, varð dentur lagdur á, at smuglingin var lutfalsliga professionell og at hann samstarvaði við onnur.

Men samstundis varð eisini lagt upp fyri, at maðurin er ikki revsaður áður.

 

Maðurin góðtók dómin, men ákæruvaldið bað um umhugsunartíð at vita um málið skal skjótast inn fyri landsrættin.